10. nov. 2024
At bóka innlating av mvg verður gjørt í samband við, at mvg verður latið inn til Taks og áðrenn tú skrásetur mvg-gjald/útgjald í Bókini. Tað hevur stóran týdning, at hetta verður gjørt hvønn ársfjórðing, so at mvg stemmar frá ársfjórðing til ársfjórðing.
10. nov. 2024
Skráseting av gjaldi/útgjaldi av mvg verður gjørt aftaná innlatingina av mvg-uppgerðini til Taks, og aftaná tú hevur goldið fyri mvg ella hevur fingið mvg afturgoldið frá Taks.
09. nov. 2024
Mvg stendur fyri meirvirðisgjald og er eitt avgjald, sum verður lagt afturat sølu og keyp av vørum og tænastum. Flestu fyritøkur og einstaklingavirki skulu mvg-skrásetast, um tey taka ímóti gjaldi fyri tær vørur og tænastur, sum tey veita.
08. nov. 2024
Sumt virksemi er mvg-frítikið og mvg skal tí ikki leggjast afturat teimum veitingunum og tænastunum tú selur. T.d. ert tú sálarfrøðingur, skalt tú ikka krevja sølu-mvg inn afturat tímaprísinum fyri viðtalur. Í hesi vegleiðingini greiða vit frá, hvussu mvg-frí søla kann skrásetast í Bókini.
07. nov. 2024
Í summum førum er tørvur á at bóka inntøkur og útreiðslur manuelt. T.d. um tú í tínum virki ikki sendir rokningar umvegis Bókina, men hevur ein nethandil ella kassaskipan og bert hevur brúk fyri at bóka inntøkur fyri ávís tíðarskeið. Sama fyri útreiðslur, um tú t.d. heldur vilt skráseta ávísar útreiðslur manuelt.
01. nov. 2024
Rakstrargøgn og innbúgv eru t.d. maskinur, amboð, bilar, bygningar, teldur og annað innbúgv, sum hevur eitt keypsvirði, ið er hægri enn 20.000 kr. (uttan mvg)., og sum verður keypt til vinnuligt endamál.
30. okt. 2024
Innbúgv og lutir við keypsprísi á meira enn 20.000 kr. (uttan mvg), skulu eftir føroyskari lóg avskrivast yvir eitt tíðarskeið, sum er longri enn eitt (1) ár. Við øðrum orðum kunnu hesi ikki avskrivast í einum í tí árinum, tey eru keypt.
30. okt. 2024
Í hesi vegleiðingini gjøgnumganga vit, hvussu tú bókar sølu av rakstrargøgnum og innbúgvi (materiellari støðisogn).