Keyp av rakstrargøgnum og innbúgvi (at gera íløgu)

Published at 01. nov. 2024

Rakstrargøgn og innbúgv (materiel støðisogn) eru lutir, sum verða brúktir í dagliga rakstrinum hjá einum virki, og sum ikki eru ætlaðir til víðarisølu. Á gerandismáli merkir keyp av rakstrargøgnum og innbúgvi ‘at gera íløgu’.

20.000 kr. markið

Rakstrargøgn og innbúgv eru t.d. maskinur, amboð, bilar, bygningar, teldur og annað innbúgv, sum hevur eitt keypsvirði, ið er hægri enn 20.000 kr. (uttan mvg)., og sum verður keypt til vinnuligt endamál.

GG! Lutir, sum hava eitt keypsvirði, ið er 20.000 kr. (uttan mvg) og lægri, verða bókaðir sum smærri innbúgv ella smærri lutir undir rakstrinum.

Avskrivingar

Innbúgv og lutir við keypsprísi á meira enn 20.000 kr. (uttan mvg), skulu eftir føroyskari lóg avskrivast yvir eitt tíðarskeið, sum er longri enn eitt (1) ár og skulu bókast sum ‘Materiel støðisogn’ undir ogn.

Les um avskrivingar av rakstrargøgnum og innbúgvi

Serstakar ognir, so sum listaverk og grundøki, verða tó ikki avskrivað sum onnur ogn. Orsøkin er tann, at tey ikki hava eina avmarkaða brúkstíð og minka ikki í virði. Hóast hetta undantakið, skulu hesar ognir eisini bókast undir materiel støðisogn.

Frádráttur fyri mvg

Keypir tú sum mvg-skrásett virki t.d. eitt amboð á 62.500 kr. til mvg-skyldugt virksemi, hevur tú frádráttarrætt fyri mvg-útreiðsluna. Í hesum førinum hevur tú frádráttarrætt fyri 12.500 kr. mvg (amboð á 50.000 kr. + mvg á 12.500 kr. = 62.500 kr.). Mvg-útreiðslan fyri hetta keypið verður bókað sum ‘íløgu-mvg’ (ikki sum keyps-mvg).

Les meira um mvg

Bóka soleiðis

Har eru tveir mátar at bóka keyp av rakstrargøgnum og innbúgvi:

Sum útreiðsla

  • Far til ‘Útreiðslur’ og trýst á ‘Nýggj útreiðsla’.
  • Skriva inn upplýsingar um keypið.
  • Undir ‘Slag av útreiðslu’ vel ‘5330 Keyp og søla av rakstrargøgnum og innbúgv’.
  • GG! Tendra fyri ‘Við mvg’. Mvg verður síðani sjálvvirkandi bókað sum íløgu-mvg.
  • Góðkenn útreiðsluna.

Sum manuel bóking

  • Far til ‘Allar bókingar’ og trýst á ‘Manuel bóking’.
  • Í ‘Lýsing’ skriva inn upplýsingar um keypið t.d. ‘Rakstrargøgn og innbúgv + slag av amboð/innbúgvi’
  • Vel kontu ‘5330 Keyp og søla av rakstrargøgnum og innbúgv’.
    • Skriva inn keypsprís uttan mvg í debitt.
  • Vel kontu ‘7460 Íløgu-mvg (útgangandi).
    • Skriva inn mvg-upphæddina í debitt.
  • Vel kontu t.d. ‘7510 Banki’.
    • Skriva inn keypsprís við mvg í kreditt.
  • Góðkenn bókingina.