Tá ið tú teknar gjaldshald hjá Bókini, eru niðanfyri nevndu treytir viðvíkjandi hesum galdandi, um ikki annað er avtalað. Vit mæla til at lesa treytirnar, áðrenn tú teknar gjaldshaldið hjá Bókini. Góðtekur tú ikki hesar treytirnar, er ikki møguligt at tekna gjaldshald hjá Bókin Sp/f. Ókeypis hald er ikki umfatað av treytunum viðvíkjandi gjald av haldi lýstar niðanfyri.
a. Frá tí degnum, kundin teknar sær hald hjá Bókini, kann kundin royna ritbúnaðin ókeypis í 30 dagar.
b. Í royndartíðini fær kundin ókeypis atgongd til allar funkur og tænastur, sum Bókin veitir.
c. Tá royndartíðin er av, verður kundin biðin um at velja tað haldið, sum kundin ynskir at halda áfram við.
d. Tað er eisini gjørligt hjá kundanum at velja gjaldshaldið, áðrenn royndartíðarskeiðið er av.
e. Fyrsta gjaldstíðarskeið byrjar, tá royndartíðaskeiðið er av og kundin hevur keypt eitt hald. Gjaldstíðarskeið er undangoldið.
f. Tá kundin hevur latið Bókini sínar gjalds-/kortupplýsingar, loyvir kundin Bókini at regluliga uppkrevja eina upphædd, sum svarar til valdu vørusamansetingina og gjaldstíðarskeið.
g. Gjaldshaldið hjá kundanum verður endurnýggjað sjálvvirkandi fyri tað vørusamansetingina og tíðarkseiðið, kundin hevur valt, inntil kundin skrivliga sigur sítt hald upp.
a. Kundin kann velja millum árligt gjaldstíðarskeið ella mánaðarligt. Velur kundin árligt gjaldstíðarskeið, verður gjald fyri hald uppkravt árliga. Velur kundin mánaðarligt gjaldstíðarskeið, verður gjald fyri hald uppkravt mánaðarliga.
b. Galdandi prísir eru til eina og hvørja tíð at finna á heimasíðuni hjá Bókini.
c. Bókin tilskilar sær til eina og hvørja tíð rættin til at broyta prísirnar við 14 daga ávaring.
d. Allir prísir eru upplýstir í donskum krónum og eru uttan MVG.
e. Gjaldast kann við Dankort, VISA-Dankort og Master Card.
f. Gjald og kortupplýsingarnar handfarast við gjaldsskipanini hjá Freepay, sum er soleiðis háttað, at óviðkomandi ikki hava møguleika at lesa tínar kortupplýsingar ella aðrar viðbreknar upplýsingar, tá ið goldið verður.
g. Verður gjaldshaldið ikki goldið rættstundis, verður kontan hjá kundanum stongd eftir 14 dagar.
h. Haldið hjá kundanum er roknað sum virkið, inntil kundin sjálvur sigur sítt hald upp skrivliga umvegis teldupost á [email protected].
a. Kundin kann til eina og hvørja tíð uppsiga sítt hald.
b. Hevur kundin eitt gjaldshald, verður haldið hjá kundanum ikki endurnýggjað, tá verandi rokning tíðarskeið er liðugt, eftir kundin hevur uppsagt haldið.
c. Einki endurgjald ella iðranarrættur er fyri gjaldstíðarskeið, sum er í gongd. T.v.s., at eitt hald, sum er goldið, verður ikki rindað aftur til kundan. Hevur ein kundi til dømis goldið fyri 12 mánaðir fram, kann upphæddin ikki endurgjaldast, hóast kundin er givin við at brúka forritið hjá Bókini mitt í gjaldstíðarskeiðnum. Eftir uppsøgn hevur Bókin ikki fleiri skyldur fyri kundanum.
d. Kundin kann uppsiga sítt hald við at skriva til Bókin umvegis teldupost á [email protected].
e. Tá haldið er endað, er Bókin ikki longur skyldubundin at geva kundanum atgongd til dátur, sum eru skrásettar í forritum hjá Bókini.
f. Kundin kann broyta sína vørusamanseting ella broyta til bíligari hald við at skriva til Bókin umvegis teldupost á [email protected]. Broytingarnar av vørusamanseting ella broyting til bíligari hald eru galdandi frá komandi rokning tíðarskeiði.
Treytir fyri haldi hjá Bókini eru tøkar á heimasíðuni www.bokin.fo og kunnu eisini fáast við at venda sær til Bókina. Tað kann verða neyðugt at broyta treytirnar. Um so er, boðar Bókin frá broytingunum í góðari tíð, t.e. ein mánað frammanundan. Broytingar, sum eru til tygara fyrimun kunnu fremjast uttan fráboðan.