Bóka innlating av mvg
Published at 10. nov. 2024
Allarflestu fyritøkur skulu lata eina mvg-uppgerð inn hvønn ársfjórðing. Í uppgerðini sært tú, um tú skalt gjalda pening til Taks ella um tú fært pening aftur (avroknað mvg). Hendan mvg-upphæddin, sum skal avroknast við Taks, skal bókast út úr mvg-kontunum og í kontuna fyri avroknað mvg. Tá tú hevur goldið ella fingið endurgjald, skal tú skráseta upphæddina sum goldna ella endurgoldna. Soleiðis heldur tú skil á, hvørji mvg-tíðarskeið eru fráboðað til Taks og hvat er avroknað.
GG! Innlating av mvg skal altíð bókast, áðrenn tú skrásetur gjald ella útgjald av mvg.
Vegleiðing til at skráseta mvg-gjald ella útgjald
Niðanfyri eru tvey dømi um, hvussu innlatingin skal bókast:
Tú skyldar Taks pening og
Taks skyldar tær pening
Avroknað mvg
Avroknað mvg er tann upphæddin, sum skal avroknast við Taks. Kontan verður brúkt í samband við innlatingina av mvg og gjald/útgjald. Upphæddin fyri avroknað mvg svarar til upphæddina, sum tú sært undir ‘Skyldugt mvg tilsamans’.
Avroknað mvg finnur tú eisini soleiðis: Avroknað mvg = Sølu-mvg - (keyps-mvg + íløgu-mvg).
GG! Tá tú gert útrokningina, skal minus ikki setast framman fyri upphæddinar.
1) Tú skyldar Taks pening
Hevur tú selt fyri meira enn tú hevur keypt, skyldar tú Taks pening.
Í roknskapinum, undir javnanum, sær bókhaldið soleiðis út, áðrenn tú bókar innlatingina av mvg (dømi):
Bóka innlating soleiðis:
- Undir ‘Allar bókingar’, trýst á ‘Manuel bóking’.
- Skriva eina lýsing, t.d. ‘Innlating av mvg - 3. ársfjórðingur’
- Vel kontu ‘7440 Sølu-mvg’
- Skriva inn sølu-mvg upphæddina í ‘Debitt’
- Vel kontu ‘7420 Keyps-mvg’
- Skriva inn keyps-mvg upphæddina í ‘Kreditt’
- Vel kontu ‘7460 Íløgu-mvg’
- Skriva inn íløgu-mvg upphæddina í ‘Kreditt’
- Vel kontu ‘7410 Avroknað mvg’
- Skriva inn avroknað mvg-upphæddina í ‘Kreditt’
Tá tú hevur gjørt bókingina omanfyri, sær bókhaldið soleiðis út:
Tá tú hevur goldið mvg til Taks ella hevur fingið mvg endurgoldið, kanst tú skráseta mvg-gjald ella útgjald
2) Taks skyldar tær pening
Hevur tú keypt fyri meira enn tú hevur selt, fært tú pening afturgoldnan frá Taks.
Í roknskapinum, undir javnanum, sær bókhaldið soleiðis út, áðrenn tú bókar innlatingina av mvg (dømi):
Bóka innlating soleiðis:
- Undir ‘Allar bókingar’, trýst á ‘Manuel bóking’.
- Skriva eina lýsing, t.d. ‘Innlating av mvg - 3. ársfjórðingur’
- Vel kontu ‘7440 Sølu-mvg’
- Skriva inn sølu-mvg upphæddina í ‘Debitt’
- Vel kontu ‘7420 Keyps-mvg’
- Skriva inn keyps-mvg upphæddina í ‘Kreditt’
- Vel kontu ‘7460 Íløgu-mvg’
- Skriva inn íløgu-mvg upphæddina í ‘Kreditt’
- Vel kontu ‘7410 Avroknað mvg’
- Skriva inn avroknað mvg-upphæddina í ‘Debitt’
Tá tú hevur gjørt bókingina omanfyri, sær bókhaldið soleiðis út: