Mvg-frí søla
Published at 08. nov. 2024
Sumt virksemi er mvg-frítikið og mvg skal tí ikki leggjast afturat teimum veitingunum og tænastunum tú selur. T.d. ert tú sálarfrøðingur, skalt tú ikka krevja sølu-mvg inn afturat tímaprísinum fyri viðtalur. Í hesi vegleiðingini greiða vit frá, hvussu mvg-frí søla kann skrásetast í Bókini.
Les um mvg-skyldugt virksemi her
Dømir um mvg-frítt virksemi úr mvg § 2-regluni
Taks upplýsir á heimasíðu síni, at sambært § 2 í mvg-lógini skulu niðanfyristandandi øki ikki taka mvg:
- Sjúkrahúsviðgerð, lækna- og tannlæknavirksemi, kiropraktikk, fysioterapi og o.o. læknaliga viðurkend heilsurøkt
- Almannaumsorgan (t.d. barnagarðar, frítíðarheim, umlættingarheim o.tíl., privat sum alment)
- Mentanarvirksemi (tó ikki útvarps- og sjónvarpssendingar, sjónleikasýningar, konsertir o.tíl.)
- Ítróttur og ítróttatiltøk
- Fólkaflutningur
- Postflutningur
- Útleiga av fastari ogn (tó ikki hotellkømur, kampingpláss og lýsingapláss)
- Tryggingarvirksemi
- Bankavirksemi
- Eydnuspæl
- Rithøvundavirksemi, tónaskaldsvirksemi og annað tílíkt listarligt virksemi
Ert tú í iva um títt virksemi er mvg-frítikið ella ikki, er best at spyrja seg fyri hjá Taks.
Les meira um mvg-frítikið virksemi á heimasíðuni hjá Taks
Soleiðis verður mvg-frí søla skrásett í Bókini
Í Bókini kann mvg-frí søla bókast uppá tveir mátar: umvegis rokningar og/ella manuellar bókingar.
Umvegis rokningar
Tá tú leggur eina vøru afturat einari rokning, hevur tú møguleikan at tendra og sløkkja fyri mvg-kontaktini á rokning-linjuni fyri vøruna.
Tá tað kemur til rokningar, er tað mvg-kontaktin sum ger av, um ein vøra ella tænasta verður bókað sum mvg-frí søla.
Er kontaktin tendrað, verður sølu-mvg lagt afturat vøruni og sølu-mvg’ið verður eisini skrásett í Mvg-uppgerðini undir ‘Frágreiðingum’.
Er kontaktin sløkt, verður einki mvg lagt afturat vøruni og inntøkan frá søluni verður skrásett sum mvg-frí søla í Mvg-uppgerðini undir ‘Frágreiðingum’.
GG! Hevur tú stovnað ein vøru og valt, at hon skal bókast á kontu ‘1102 Søla u/mvg’, verður kontaktin sjálvvirkandi sløkt, tá tú velur vøruna. Valdi tú hinvegin kontuna ‘1101 Søla’ til vøruna, verður kontaktin sjálvvirkandi tendrað, tá tú velur vøruna. Óansæð, hvørja kontu tú hevur valt, kanst tú sløkkja og tendra fyri mvg, sum tú vilt.
Umvegis manuellari bóking
GG! Tá tað kemur til manuella bóking, kanst tú bert velja kontuna ‘1103 Mvg-frí søla’ til at bóka inntøkur frá mvg-fríari sølu. Hetta er einasti mátin vit fáa tryggjað, at mvg-frí søla verður skrásett rætt í mvg-uppgerðini, tá mvg-frí søla verður bókað manuelt.
Bóka soleiðis:
- Undir ‘Allar bókingar’, trýst á ‘Manuel bóking’.
- Skriva eina lýsing
- Vel kontu ‘1103 Mvg-frí søla’ og set sølu-upphædd í ‘Kreditt’
- Vel kontu ‘5710 Banki’ og set alla sølu-upphæddina við mvg í ‘Debitt’
Eg havi bæði mvg-skyldugt og mvg-frítikið virksemi
Hevur tú eitt mvg-skrásett virki, sum t.d. veitir ráðgeving innan kt-verkfrøði, er hetta virksemi mvg-skyldugt. Um tú í sama virki eisini leigar tína íbúð út umvegis Airbnb, er hetta at rokna sum útleiga av fastari ogn og er sostatt mvg-frítt virksemi.
Tímarnir, sum tú veitir í samband við ráðgeving innan kt-verkfrøði, skulu tí seljast við sølu-mvg.
Húsaleiga fyri útleigu av íbúðini, skal tí krevjast inn uttan sølu-mvg.