Manuel bóking av inntøkum og útreiðslum
Published at 07. nov. 2024
Í summum førum er tørvur á at bóka inntøkur og útreiðslur manuelt. T.d. um tú í tínum virki ikki sendir rokningar umvegis Bókina, men hevur ein nethandil ella kassaskipan og bert hevur brúk fyri at bóka inntøkur fyri ávís tíðarskeið. Sama fyri útreiðslur, um tú t.d. heldur vilt skráseta ávísar útreiðslur manuelt.
Debitt og kreditt høvuðsregla at minnast til
Tá tú bókar manuelt, mást tú vita, hvat skal setast í debitt og kreditt. Sum høvuðsregla, kanst tú minnast til, at peningur, sum fer inn í bankan, skal setast í debitt. Og mótsatt, skal peningur, sum fer úr bankanum, setast í kreditt.
Bóka inntøku: Tá tú so bókar inntøku frá sølu, bókar tú upphæddina í bankan í debitt (peningur í bankan) og skalt tí mótbóka upphæddina í kreditt á sølukontuna.
Bóka útreiðslu: Bókar tú hinvegin eina útreiðslu, bókar tú upphæddina í bankan í kreditt (peningur úr bankanum) og skalt tí mótbóka upphæddina í debitt á útreiðslukontuna.
Niðanfyri hava vit sett dømi upp fyri, hvussu tú bókar ávikavist inntøku og sølu manuelt.
Bóka inntøku manuelt við Bókini
GG! Tá tú bókar inntøku manuelt, skal sølu-mvg upphæddin bókast á eina linju fyri seg. So verður mvg skrásett rætt í mvg-uppgerðini.
Hevur tú mvg-fría sølu? Les meira her
Bóka inntøku:
- Undir ‘Allar bókingar’, trýst á ‘Manuel bóking’.
- Skriva eina lýsing
- Vel kontu ‘1101 Søla’ og set sølu-upphædd uttan mvg í ‘Kreditt’
- Vel kontu ‘7440 Sølu-mvg (útgangandi)’ og set mvg-upphædd í ‘Kreditt’
- Vel kontu ‘5710 Banki’ og set alla sølu-upphæddina við mvg í ‘Debitt’
Bóka útreiðslu manuelt við Bókini
GG! Tá tú bókar útreiðslur manuelt, skal keyps-mvg upphæddin bókast á eina linju fyri seg. So verður mvg skrásett rætt í mvg-uppgerðini.
Bóka útreiðslu:
- Undir ‘Allar bókingar’, trýst á ‘Manuel bóking’.
- Skriva eina lýsing
- Vel ein kontu, t.d. ‘3400 Smærri lutir’ og set sølu-upphædd uttan mvg í ‘Debitt’
- Vel kontu ‘7420 Keyps-mvg (Inngangandi)’ og set mvg-upphædd í ‘Debitt’
- Vel kontu ‘5710 Banki’ og set alla sølu-upphæddina við mvg í ‘Kreditt’ ’