Bókin fær til vega og viðger fleiri persónupplýsingar um teg, tá ið tú brúkar okkara tænastur. Í hesum sambandi halda vit okkum til galdandi dátuverndarlóg. Í hesum bóklingi hava vit samlað ymsa kunning um, hvussu vit lúka allar treytir og halda lógina.
Tá ið Bókin viðger persóndátur, kunnu vit hava tveir leiklutir: vit kunnu vera dátuábyrgdari ella dátuviðgeri.
Bókin er í summum førum dátuábyrgdari, tí vit savna nógvar upplýsingar um kundar okkara, sum verða brúktar til ymisk endamál. Upplýsingarnar koma vanliga frá sjálvum kundanum og verða skrásettar av Bókini, tá ið haldaraavtala verður gjørd, ein tænasta verður keypt, ella at einhvør sáttmáli verður gjørdur við Bókina, har tað er neyðugt at savna og viðgera persónupplýsingar.
Í báðum førum ger Bókin av, hvat endamálið er við at skráseta persónupplýsingarnar – og við hvørjum hjálparmiðlum tær verða viðgjørdar. Tað merkir, at Bókin er dátuábyrgdari, tá ið tað snýr seg um tær persónupplýsingar, sum vit savna um kundar okkara, og tí hevur ábyrgd at liva upp til lógarkrøvini. Tað gera vit við at skjalfesta, at okkara viðgeravirksemi samsvarar við reglurnar í dátuverndarlógini.
Bókin Sp/f, Leitisgøta 1, 160 Argir, ger av, til hvat endamál og við hvørjum hjálparmiðlum tínar persónupplýsingar verða savnaðar og viðgjørdar.
Í persóndátupolitikkinum hjá Bókini, sum er um tann parturin, har Bókin er dátuábyrgdari, kanst tú í hesum brotum lesa um, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar:
Tær persónupplýsingar, sum Bókin savnar um teg, verða brúktar til ymisk endamál, har tað veldst um, hvar tú ert í kundatilgongdini.
Tínar persónupplýsingar tæna ymiskum endamálum, sum kunnu býtast upp eftir, hvar tú ert í kundatilgongdini. Kundatilgongdin er lýst niðanfyri og er býtt upp í 3 stig. Tað er ein fortreyt, at Bókin savnar persónupplýsingar um teg, soleiðis at vit eru før fyri at geva tær ta avtalaðu tænastuna.
Í samband við veiting av okkara vøru, savnar inn og viðgerð Bókin leypandi persónupplýsingar um kundan.
Í tí støðuni, har ein møguligur kundi setir seg í samband við Bókina, áðrenn viðkomandi er vorðin kundi. Til dømis um ein møguligur kundi skrivar til Bókina umvegis teldupost við onkrum fyrispurningi, innsavna vit:
Bókin brúkar ikki farspor á heimasíðuni og savnar ikki persóneyðmerkjandi upplýsingar inn um vitjandi á heimasíðuni.
Hetta hendir, tá ein brúkari umvegis okkara heimasíðu stovnar eina kontu til eitt felag. Í hesum førinum savnar Bókin upplýsingar inn fyri at geva kundanum best møguligu tænastuveiting og uppliving í samband við nýtslu av skipanini.
Hesar upplýsingar verða innsavnaðar:
Sum partur av framhaldandi veiting av okkara vøru, er neyðugt at skráseta brúkið hjá kundanum av vøruni. Hetta verður gjørt við at fylgja við samskiftinum hjá kundanum við kundatænastuna, brúkið hjá kundanum av vøruni og eisini brúkarakanningar.
Hesar upplýsingar verða innsavnaðar:
Bókin viðgerð innsavnaðu dáturnar við ymiskum endamálið, alt eftir, nær upplýsingarnar verða savnaðar inn.
Dátur verða innsavnaðar fyri at kunna møguligar kundar um framtíðar vørur hjá Bókini, við tí endamálinum at hesi gerast kundar hjá Bókini.
Tínar persónupplýsingar verða í útgangsstøðinum viðgjørdar av Bókini, men kunnu í ávísum førum verða fluttar til okkara undirveitarar ella uttanhýsis samstarvsfelagar, sum fáa ymiskar KT-loysnir til vega fyri Bókina. Bókin tryggjar, at okkara veitarar og uttanhýsis samstarvsfelagar lúka somu lógarásetingar, sum Bókin ger sambært dátuverndarlógini.
Bókin viðger tínar persónupplýsingar við støði í, at Bókin metir um síni áhugamál í at viðgera tínar persónupplýsingar upp ímóti atlitinum at verja títt privatlív. Í teimum førum, har viðgerðin krevur títt samtykki, verður viðgerðin framd út frá hesum, til tú tekur tað aftur. Les meira um tíni rættindi longri niðri, og hvussu støðan er, tá ið tað snýr seg um taka títt samtykki aftur.
Bókin nýtir fleiri undirdátuviðgerar, sum hjálpa Bókin at liva upp til tey endamál, sum eru lýst í hesum persóndátupolitikkinum. Undirdátuviðgerar eru ofta skipanarveitarar til skýgrundaðar goymlsutænastur, fíggjarskipanir, crm-loysnir o.a.
Undirdátuviðgerarnir, sum Bókin nýtir, hava atgongd til tínar persónupplýsingar innan fyri tey landafrøðiligu støðini, sum eru nevnd í yvirlitinum. Tínar persónupplýsingar kunnu flyta seg ímillum landamørk, tí tínar persónupplýsingar kunnu flyta seg ímillum dátumiðdeplar innan fyri ávís lond og ímillum ávís lond.
Tí kann tað vera ein ómøgulig uppgáva at nágreina ta nágreiniligu staðsetingina hjá tínum dátum. Aðaltátturin við dátuverndini er, um tínar dátur eru staðsettar innan fyri ES ella í einum landi, har eitt galdandi flytingargrundarlag krevst.
Í øðrum førum er Bókin dátuviðgeri. Tað eru vit t.d., tá ið tað snýr seg um at goyma skrásettar upplýsingar fyri kundan. Hetta kann fevna um tænastur, har endamálið er at goyma handlar við keyp og sølu, elektronisk málsskjøl o.a. Nýggja dátuverndarlógin krevur, at okkara kundar sum dátuábyrgdarar gera eina dátuviðgeraavtalu við okkum í teimum førunum, har vit eru dátuviðgerar.
Dátuverndarlógin gevur tær sum skrásettur nøkur rættindi, tá ið tað snýr seg um tær persónupplýsingar, sum vit hava um teg. Sum starvsfólk í einari fyritøku (privat ella almenn, felag, felagsskapur o.a.) og ein, sum brúkar okkara haldtænastur, eru tey týdningarmestu rættindini, sum tú eigur geva gætur:
A. Rætturin at fáa kunning um, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar (kunningarskyldan).
B. Rætturin at fáa innlit í tínar persónupplýsingar (rætturin til innlit).
C. Rætturin at fáa órættar persónupplýsingar rættaðar (rætturin til rætting).
D. Rætturin at fáa sínar persónupplýsingar strikaðar (rætturin til blíva gloymdur).
E. Rætturin at mótmæla, at persónupplýsingar verða brúktar til beinleiðis marknaðarføring.
F. Rætturin at mótmæla ímóti automatiskum, individuellum avgerðum, undir hesum profilering.
G. Rætturin at flyta tínar persónupplýsingar (dátuflutningur).
H. Rætturin at kæra avgerðir, viðgerðina av persónupplýsingum o.a til Dátueftirlitið.
Tú hevur rætt til at verða kunnaður um, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera um teg. Tær upplýsingar, vit viðgera um teg, eru treytaðar av, hvørjar vørur og tænastur tú brúkar, tí tað er ymiskt, hvørjar persónupplýsingar eru neyðugar, fyri at skipanin kann rigga. Tú hevur í minsta lagi rætt til at verða kunnaður um hetta:
Tú hevur rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar. Fyri at kunna verja tínar upplýsingar skulu vit hava tín samleika váttaðan upp á viðkomandi máta, áðrenn persónupplýsingarnar kunnu útflýggjast. Í sambandi við útflýggjanina skulu vit eisini kunna teg um:
Tá ið tínar persónupplýsingar verða savnaðar, tryggjar Bókin, at savnaðu og goymdu persónupplýsingarnar eru rættar. Í teimum førum, har tú heldur ella hevur illgruna um, at tær eru óneyvar ella ófulllfíggjaðar, mæla vit tær til at seta teg í samband við okkum við tí endamálinum at rætta upplýsingarnar, so at tær aftur eru fullfíggjaðar og rættar.
Bókin tilskilar sær rætt til at vísa tínari áheitan aftur, um hon er ógrundað, ella um vit fleiri ferðir fáa somu áheitanir frá tær. Í slíkum førum tilskila vit okkum eisini rætt at áleggja eitt ómaksgjald. Vit tilskila okkum eisini rætt til at vísa tínari áheitan aftur, um hon er høpisleys.
Tú kanst biðja um at fáa tínar persónupplýsingar rættaðar við at seta teg í samband við okkum á [email protected].
Vit viðgera allar áheitanir skjótast gjørligt, og áðrenn 4 vikur eru gingnar, fært tú eina váttan um, at útflýggjanin er framd, ella nær vit vænta, at tað hendir.
Bókin hevur ein strikingarpolitikk fyri tær persónupplýsingar, sum vit viðgera um teg, sum tryggjar, at persónupplýsingarnar verða goymdar, so leingi viðgerðin tænir tí endamáli, sum tær vóru savnaðar til. Harafturat kanst tú sjálv/ur biðja um at fáa tær persónupplýsingar, vit hava um teg, strikaðar.
Tú hevur rætt til at fáa Bókina at strika tínar persónupplýsingar, tá ið:
Tú hevur ikki rætt til at fáa tínar persónupplýsingar strikaðar, tá ið viðgerðin er neyðug:
Tú kanst biðja um at fáa tínar persónupplýsingar strikaðar við at seta teg í samband við okkum umvegis teldupost. Vit viðgera allar áheitanir skjótast gjørligt, og áðrenn 4 vikur eru gingnar, fært tú eina váttan um, at útflýggjanin er framd, ella nær vit vænta, at tað hendir.
Tú hevur eisini rætt til – í einum skipaðum, vanligum og teldutøkum sniði – at fáa tínar persónupplýsingar, tá ið tú sjálv/ur hevur givið okkum upplýsingarnar. Tú kanst eisini fáa tínar upplýsingar fluttar til ein annan veitara. Rætturin til dátuflutning er galdandi, tá ið:
Tú hevur rætt til at mótmæla okkara lógligu viðgerð av tínum persónupplýsingum, um viðgerðin fer fram við støði í, at atlit verða tikin til endmálini hjá okkum og tær.
Um mótmælið er heimilað, avmarka vit viðgerðina, sum lýst er niðanfyri í brotinum ”Rættur til avmarkaða viðgerð”.
Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, tá ið tað snýr seg um beinleiðis marknaðarføring. Mótmælir tú hesum slagi av viðgerð, kunnu vit ikki longur viðgera tínar persónupplýsingar til hetta endamálið.
Tú hevur rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum at halda uppat, tá ið:
Um viðgerðin av tínum persónupplýsingum verður avmarkað, kunnu vit bara goyma persónupplýsingarnar og ikki viðgera tær upp annan máta enn tað, avmarkingin loyvir.
Tað kunnu tó vera støður, har vit kunnu halda fram við viðgerðini. Hetta geldur:
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/ur við mátan, Bókin viðger tínar persónupplýsingar. Tú finnur nærri kunning um, hvussu tú setur teg í samband við Dátueftirlitið á hesum leinki www.dat.fo.
Vilt tú biðja um at útinna onkur av rættindunum omanfyri (undantikið at kæra til Dátueftirlitið), skal tú fylla skjalið niðanfyri út. Hetta er fyri at tryggja, at vit hava tær upplýsingar, sum vit skulu brúka fyri at viðgera tína umbøn.
Skjalið skal sendast til okkara, helst innan 2 arbeiðsdagar, og síðan fara vit í gongd við at viðgera tína umbøn. Minst til, at tú sambært dátuverndarlógini sum útgangsstøði kanst vænta svar innan 4 vikur, sum kann leingjast uppaftur meira.
Um tú umboðar tína fyritøku, og tú hevur spurningar um innihaldið í dátuviðgeraavtaluni ella aðrar spurningar um dátuvernd, verður tú biðin um at seta teg í samband við DPO hjá Bókin umvegis:
Teldupostur til okkara DPO: [email protected].
Karin Laksáfoss er DPO fyri Bókina.
Tú kanst lesa meira um upplatingartíðir niðast á okkara heimasíðu www.bokin.fo
Bókin fer javnan ígjøgnum persóndátupolitikkin og dagførir hann, um broytingar koma fyri í mátanum, sum Bókin viðger persónupplýsingar.
Hesin persóndátupolitikkur er seinast dagførdur 27.02.2024.