Søla av rakstrargøgnum og innbúgvi
Published at 30. okt. 2024
Í hesi vegleiðingini gjøgnumganga vit, hvussu tú bókar sølu av rakstrargøgnum og innbúgvi (materiellari støðisogn). Fyri at bóka søluna av materiellari støðisogn, skalt tú vita:
- Keypsprísin (upprunaliga) fyri ognina
- Restvirðið av ognini
- Søluprísin fyri ognina
Dømi
Sum dømi kunnu vit siga, at tú hevur keypt eina maskinu á 100.000 kr. fyri nøkrum árum síðani. Síðani tú keypti, er maskinan avskrivað við 75.000 kr.
Verandi restvirðið hjá maskinuni er tískil: 100.000 - 75.000 = 25.000 kr. (keypsprísurin - samantaldar avskrivingar fyri ognina = restvirði).
Tú selur maskinuna fyri 40.000 kr., og fært soleiðis ein vinning fyri søluna: 40.000 - 25.000 = 15.000 kr. (søluprísur - restvirðið = vinningur).
Áðrenn tú fert í holt við at selja, sær materiel støðisogn soleiðis út:
Stig 1. Sel ognina
- Send rokning til keypara fyri maskinuna.
- Áset søluprísin 40.000 kr.
- GG! Minst til mvg
- Virkja mvg, so mvg verður lagt afturat søluprísinum (t.d. søluprísur á 40.000 + mvg á 10.000)
- Ráð: Vel kontu ‘1190 Aðrar inntøkur’ til søluna av ognini, so hon ikki verður bókað saman við tí vanligu søluni í rakstrinum.
Tá sølan er avgreidd, og keyparin hevur goldið, halt áfram til stig. 2.
Stig 2. Bóka restvirðið
Tá rokningin er goldin og áðrenn tú bókar restvirðið, sær kontan ‘1190 Aðrar inntøkur’ undir rakstrinum soleiðis út:
25.000 kr. eru eftur at avskriva av maskinuni (restvirðið av maskinuni) og hendan upphæddin kann ikki bókast sum vinningur. Tvs. har standa nú 25.000 kr. ov nógv á ‘1190 Aðrar inntøkur’ og har mangla 25.000 kr. á ‘5370 Avskrivingar’.
Tær 25.000 kr. skulu takast úr sølukontuni, so bert tær 15.000 kr. standa eftir sum vinningur.
Bóka soleiðis:
- Far til ‘Allar bókingar’ og trýst á ‘Manuel bóking’.
- Í ‘Lýsing’, skriva t.d. ‘Søla av maskinu’.
- Vel kontu ‘1190 Aðrar inntøkur’.
- Skrivað inn restupphæddina í debitt.
- Vel kontu ‘5370 Avskrivingar’.
- Skriva inn restupphæddina í kreditt.
‘1190 Aðrar inntøkur’ undir rakstrinum sær nú soleiðis út:
Halt síðani áfram til stig 3.
Stig 3. Afturfør keyp og avskrivingar undir materiel støðisogn
Restupphæddin, sum manglaði at avskriva, er nú bókað inn á ‘5370 Avskrivingar’ og enn stendur upprunaliga keypsupphæddin undir ‘5330 Keyp og søla av rasktrargøgnum og innbúgv’:
Seinasta stigið er at bóka fullu keypsupphæddina fyri maskinuna úr støðisognini. Tvs. vit skulu afturføra fulla prísin á ognini úr ‘5330 Keyp og søla av rasktrargøgnum og innbúgv’ og fullu avskrivingarupphæddina úr avskrivingar ‘5370 Avskrivingar’.
Sølan av maskinuni er nú liðugt bókað og materiel støðisogn sær soleiðis út: