Handilstreytir fyri tænastur og hald

Tá ið tú gerst kundi hjá Bókini, eru niðanfyri nevndu reglur viðvíkjandi skyldum og krøvum okkara millum galdandi. Vit mæla til at lesa hesar, áðrenn farið verður at nýta tænasturnar. Hesar treytir eru galdandi, um eingin onnur avtala er gjørd.

Bókin kundi

Allir persónar kunnu gerast kundar hjá Bókini. Treytin er, at tú stovnar kontu hjá Bókini.

Hald og treytir

a. Frá tí degnum, kundin teknar sær hald hjá Bókini, kann kundin royna ritbúnaðin ókeypis í einum royndartíðarskeiði, sum Bókin hevur ásett.

b. Letur kundin Bókini sínar gjalds-/kortupplýsingar, loyvir kundin Bókini at regluliga uppkrevja eina upphædd, sum svarar til valdu vørusamansetingina og gjaldstíðarskeið.

c. Fyrsta gjaldstíðarskeið byrjar, tá royndartíðaskeiðið er av og kundin hevur keypt eitt hald. Gjaldstíðarskeið er undangoldið.

d. Haldið hjá kundanum verður endurnýggjað sjálvvirkandi fyri tað vørusamansetingina og tíðarkseiðið, kundin hevur valt, inntil kundin skrivliga sigur sítt hald upp.

e. Haldið hjá kundanum gevur kundanum atgongd til at brúka ritbúnaðin hjá Bókini avmarkað til tær posteringarnar, brúkararnar, eykatænasturnar o.s.fr., sum er roknað uppí valdu vørusamansetingina.

f. Ein vørusamanseting er vanliga sett saman av tí haldinum, kundin hevur valt umframt eykatænastur, sum kundin hevur lagt afturat.

g. Um kundin broytir sína vørusamanseting, eru møguligar nýggjar funkur og tænastur tøkar beinavegin, og møguliga frávaldar funkur og tænastur vera tøkar fram til endan av rokning tíðarskeiðnum, sum er í gongd.

h. Val av eykafunkum ella ein uppstigan av haldi verður avroknað lutfalsliga (pro rata) fyri rokningtíðarskeiðið sum er eftir.

i. Ávís hald hava eitt hámark fyri posteringar ella umsetning. So skjótt kundin fer upp um loyvda hámarkið við valda haldinum, verður haldið sjálvvirkandi uppstigað. Kundin góðtekur, at prísurin hækkar tilsvarandi. Hevur kundin valt eitt ókeypis hald, verður kontan hjá kundanum læst, um kundin fer uppum loyvdu hámarkini fyri haldið. Kundin skal tá tekna eitt gjaldshald fyri at framahaldandi nýta forritið hjá Bókini.

j. Ávís hald hava eitt hámark fyri árligan umsetning. Eitt slíkt hald kann bara brúkast av kundum, sum ikki fara uppum ásetta hámarkið. Bókin vil leypandi gera metingar um kundin fer uppum loyvda hámarkið við at falda dagliga umsetningin undanfarnu mánaðirnar við 365 dagar. Mett verður, at farið er upp um hámarkið, annaðhvørt tá verandi umsetningur ella mettið umsetningurin fer upp um hámarkið. Í metingini brúkar Bókin í minsta lagið dátur fyri 90 dagar, uttan so, at dátur fyri eitt longri tíðarskeið eru tøkar. Tá kundin er komin upp til ella er farin upp um hámarkið, fær kundin eina áheitan um, at hald teirra verður uppstigað 14 daga eftir.

k. Verður haldið víðkað, kunnu einstakar funkur, tænastur ella ískoytismodul hava sjálvstøðugar treytir knýttar afturat sær, sum skulu góðtakast afturat hesum handilstreytunum, áðrenn tær kunnu nýtast.

l. Bókin veitur eina skipan til bókhald, og kundin hevur sjálv/ur ábyrgdina av sínum egna bókhaldi.

m. Kundin hevur sjálv/ur ábyrgdina av at halda formligu freistirnar hjá myndugleikunum í samband við meirvirðisgjald, sjálvuppgávu ella aðrar freistir, umframt tær freistirnar, sum Bókin hevur sett í samband við veitingina av bókhaldsskipanini.

Uppsøgn og gildistíð

a. Kundin kann til eina og hvørja tíð uppsiga sítt hald. Í tí førinum verður haldið hjá kundanum ikki endurnýggjað, tá verandi rokning tíðarskeið er liðugt.

b. Einki endurgjald ella iðranarrættur er fyri rokning tíðarskeið, sum er í gongd. T.v.s., at eitt hald, sum er goldið, verður ikki rindað aftur til kundan. Hevur ein kundi til dømis goldið fyri 12 mánaðir fram, kann upphæddin ikki endurgjaldast, hóast kundin er givin við at brúka forritið hjá Bókini mitt í rokning tíðarskeiðnum. Eftir uppsøgn hevur Bókin ikki fleiri skyldur fyri kundanum.

c. Kundin kann uppsiga sítt hald við at skriva til Bókin umvegis teldupost á [email protected].

d. Tá haldið er endað, er Bókin ikki longur skyldubundin at geva kundanum atgongd til dátur, sum eru skrásettar í forritum hjá Bókini.

e. Kundin kann broyta sína vørusamanseting ella broyta til bíligari hald við at skriva til Bókin umvegis teldupost á [email protected]. Broytingarnar av vørusamanseting ella broyting til bíligari hald eru galdandi frá komandi rokning tíðarskeiði.

Vavið og nýtsla av haldinum

a. Sambært hesum handilstreytum, fær kundin ikki eina-framíhjárætt til at nýta vørusamansetingar ella tænastur hjá Bókini. Tænasturnar hjá Bókini eru tøkar online sum “software as a service” (Saas).

b. Eitt hald kann avhendast til ein triðjapart, um kundin ynskir hetta og sendir okkum eina skrivliga umbøn um avhending. Bókin krevur í hesum sambandinum skjalfesting um samleikan hjá kundanum, áðrenn haldið verður latið víðari. Eitt hald, sum hevur ógoldnar rokningar, gjaldkomnar ella ikki-gjaldkomnar, kann ikki avhendast.

c. Kundin svarar fyri og hevur fulla ábyrgd fyri teir triðjapartar, sum kundin gevur atgongd til forrit hjá Bókini ella sum brúka login upplýsingarnar hjá kundanum.

d. Kundin skal tryggja, at forrit hjá Bókini ikki verða nýtt á ein slíkan hátt, sum kann skaða navnið ella umdømið hjá Bókini, ella sum kann vera í stríð við viðkomandi lóggávu ella aðra reglugerð.

e. Grannskoðarar, bókhaldarar ella líknandi virki, sum nýta fyrisitingarmodulið vegna sínar egnu kundar, mugu bert brúka hetta modulið sjálvi. Fyrisitingarmodulið og forritið hjá Bókini má ikki vera atkomuligt fyri teirra kundar. Skuldi hetta hent, verður tað mett sum álvarsligt mishald.

Prísir og gjaldstreytir

a. Galdandi prísir eru til eina og hvørja tíð at finna á heimasíðuni hjá Bókini.

b. Bókin tilskilar sær til eina og hvørja tíð rættin til at broyta prísirnar við 14 daga ávaring.

c. Allir prísir eru upplýstir í donskum krónum og eru uttan MVG.

d. Gjaldast kann við Dankort, VISA-Dankort og Master Card.

Payment cards

e. Gjaldsskipanin hjá Freepay er soleiðis háttað, at óviðkomandi ikki hava møguleika at lesa tínar kortupplýsingar ella aðrar viðbreknar upplýsingar, tá ið goldið verður.

f. Verður haldið ikki goldið rættstundis, verður kontan hjá kundanum stongd eftir 14 dagar.

g. Haldið hjá kundanum er roknað sum virkið, inntil kundin sjálvur sigur sítt hald upp skrivliga umvegis teldupost á [email protected].

h. Kundin góðtekur, at rokningar og rykkjarar, sum eru sendar umvegis teldupost til teldupost-adressuna, sum kundin hevur upplýst, eru at rokna sum móttiknar, tá Bókin Sp/f hevur sent hesar.

Avmarking av ábyrgd

a. Bókin tekur fyrivarni fyri feilum í forritinum og ambætarabreki, og kann ikki ábyrgdast fyri beinleiðis ella óbeinleiðis tapi, sum kemur fyri í samband við nýtslu av forritum hjá Bókini. Bókin kann somuleiðis ikki ábyrgdast fyri álopi frá teldusníkum, virus ella øðrum slagi av force majeure.

b. Kundin hevur ábyrgdina av at tryggja, at allar bókingar verða gjørdar í samsvari við tey fylgiskjølini (bilag), sum verða avhendað millum kundan og Bókina. Bókin ráðgevur ikki um bókhald, men hjálpir fegin við bókhaldstekniskum spurningum. Kundin hevur tó ábyrgdina av at eftirkanna, at hetta er rætt.

c. Bókin tekur trygdaravrit av øllum dátum dagliga og hesar dátur verða goymdar í 30 dagar. Er trygdaravrit-tørvurin størri enn hetta, hevur kundin sjálvur ábygdina av hesum.

d. Við nýtslu av forritum hjá Bókini, hevur kundin sjálvur ábyrgdina av at tryggja, at innkomandi og útgangandi rokningar samsvara, og at upphæddir og meirvirðisgjald verður rætt avroknað. Somuleiðis hevur kundin ábyrgdina av halda galdandi MVG- og aðrar skattareglur. Við øðrum orðum hevur kundin ábyrgdina av at brúka forrit hjá Bókini í samsvar við galdandi føroyska lóg.

e. Kundin hevur ábyrgdina av at upplýsa Bókina um broytingar í telefonnummari, bústaði, telduposti ella v-tali.

f. Bókin strembar eftir rakstrarstøðufesti so nógv sum til ber, men hevur ikki ábyrgdina av teldubreki ella tarni í rakstrinum orsaka av viðurskiftum, sum Bókin ikki hevur tamarhald á. Við hesum meinast við t.d. streymslit, feilir í útgerð, alnetsambandi, fjarsamskifti ella líknandi.

g. Skuldi teldubrek ella annað ólag komið fyri, strembar Bókin eftir at fáa raksturin í rætt lag aftur skjótast gjørligt og uttan óneyðugan steðg.

Kundadátur

a. Bókin sum dátuábyrgdari: Sum partur av upplæring av kundanum og framhaldandi rakstrinum, savnar Bókin inn upplýsingar um kundan. Hesar upplýsingar eru m.a. kontaktupplýsingar, stamdátur, upplýsingar frá innkomandi og útgangangandi samskifti umvegis t-post, gjaldsupplýsingar og upplýsingar um brúkið hjá kundanum av forritinum hjá Bókini. Hetta er lýst í reglunum um persóndátupolitikk.

b. Bókin sum Dátuviðgeri: Bókin og kundin eru samd um, at kundin er ábyrgdari av øllum dátum, ið kundin, sum partur av sínum rakstri ella á annan hátt, savnar saman í forritinum hjá Bókini. Hetta umfatar rokning-upplýsingar gjaldsupplýsingar, kontaktuppýsingar og møguligar persónupplýsingar. Kundin eigur hesar dátur og hevur ræði at gera við hesar dátur, sum kundin ynskir. Viðurskifti rundanum dátur hjá kundanum er nærri viðgjørt í reglunum um persóndátupolitikk.

c. Forritið hjá Bókini gevur kundanum møguleika fyri at útflyta sínar dátur. Kundin góðtekur, at dátur skulu flytast út, áðrenn haldið hjá kundanum endar.

d. Bókin er ikki skyldubundin at geva kundanum atgongd til dátur skrásettar í skipanini eftir, at haldið er endað.

e. Í serligum førum kann Bókin geva triðjaparti atgongd til dáturnar hjá kundanum, men bert í samsvar við viðkomandi dátuverndarlóg. Hetta kann koma fyri í samband við dóm, húsagang, andlát ella líknandi.

f. Bókin hevur rættindi til at føra ein gerðalista yvir virksemi í kontuni hjá kundanum við tí endamálinum at hava eftirlit við og spora feilir í skipanini. Gerðalistin verður goymdur upp til 30 dagar og inniheldur dátur so sum login upplýsingar hjá kundanum og handilstiltøk/transaktiónir.

Innsavning av dátum og viðgerð

Í samband við veiting av okkara vøru, savnar inn og viðgerð Bókin leypandi persónupplýsingar  um kundan.

Áðrenn eitt kundaforhold er stovnað

Í tí støðuni, har ein møguligur kundi setir seg í samband við Bókina, áðrenn viðkomandi er vorðin kundi.  Til dømis um ein møguligur kundi skrivar til Bókina umvegis teldupost við onkrum fyrispurningi, innsavna vit:

  • Navn
  • Teldupost
  • Teldupost samskifti

Bókin brúkar ikki farspor á heimasíðuni og savnar ikki persóneyðmerkjandi upplýsingar inn um vitjandi á heimasíðuni.

Tá kundaforholdið verður stovnað

Hetta hendir, tá ein brúkari umvegis okkara heimasíðu stovnar eina kontu til eitt felag. Í hesum førinum savnar Bókin upplýsingar inn fyri at geva kundanum best møguligu tænastuveiting og uppliving í samband við nýtslu av skipanini.

Hesar upplýsingar verða innsavnaðar:

  • Navn
  • Bústaður
  • Land
  • Teldupostur
  • Telefonnummar
  • Gjalduspplýsingar
  • Navn á felagi
  • Slag av felagi
  • Telefonnummar hjá felagi
  • V-tal hjá felagi
  • Vinnugrein hjá felagnum
  • Roknskaparár hjá felagnum
  • Bankaupplýsingar hjá felagnum
  • Dulnevndar dátur innsavnaðar umvegis talgildar “sporing-skipanir”

Leypandi veiting til verandi kundar

Sum partur av framhaldandi veiting av okkara vøru, er neyðugt at skráseta brúkið hjá kundanum av vøruni. Hetta verður gjørt við at fylgja við samskiftinum hjá kundanum við kundatænastuna, brúkið hjá kundanum av vøruni og eisini brúkarakanningar.

Hesar upplýsingar verða innsavnaðar:

  • Framdar gjaldingar- Samband við kundatænastuna og ynskir til forritið
  • Nøgdsemiskanningar
  • Nýggir brúkarar við atgongd til virkiskontuna
  • Navn
  • Teldupostur
  • Dulnevndar dátur innsavnaðar umvegis talgildar “sporing-skipanir”

Endamál við innsavning av dátum

Bókin viðgerð innsavnaðu dáturnar við ymiskum endamálið, alt eftir, nær upplýsingarnar verða savnaðar inn.

1. Áðrenn kundaforholdið verður stovnað

Dátur verða innsavnaðar fyri at kunna møguligar kundar um framtíðar vørur hjá Bókini, við tí endamálinum at hesi gerast kundar hjá Bókini.

2. Tá kundaforholdið verður stovnað

  • Fyri at veita nøktandi upplæring, sum gevur kundanum eina góða fatan av skipanini. Herímillum telefonsamrøður, teldupostar og talgildar lýsingar.- Fyri at senda kundanum eina rokning fyri brúk av skipanini.
  • Fyri at gera nøktandi innanhýsis roknskap.
  • Til greining av hagtølum og handilsliga menning.

3. Leypandi veiting til verandi kundar

  • Góðskutrygging.
  • Handfaring av sambandinum við kundar
  • Menning av okkara handli og tænastum (t.d. at eyðmerkja kundatørv og at betra um tænastuveitingina).
  • Til greining av hagtølum og handilsliga menning.

Broytingar

Handilstreytirnar hjá Bókini eru tøkar á heimasíðuni www.bokin.fo og kunnu eisini fáast við at venda sær til Bókina.

Tað kann verða neyðugt at broyta treytirnar. Um so er, boðar Bókin frá broytingunum í góðari tíð, t.e. ein mánað frammanundan. Broytingar, sum eru til tygara fyrimun kunnu fremjast uttan fráboðan.

Samband

Bókin Sp/f

Leitisgøta 1

160 Argir

Føroyar

Telefon: 262322

T-postur: hey@bókin.fo