Nýskapan í føroyskum bókhaldi við stuðli frá Vinnuframa

Published at 03. apr. 2023

Vit fegnast um at hava fingið 150.000 kr. í stuðli frá Vinnuframa. Ætlanin er at lancera beta-útgávuna av bókhaldsskipanini til Tonik í mai í ár. Í hesum sambandinum hava vit raðfest nakrar funkur, sum skulu mennast, fyri at vit skulu kunna bjóða eina loysn, sum føroyingar kunnu taka í nýtslu í sínum virki. Stuðulin frá Vinuframa, sum var latin okkum í februar, loyvir okkum at koma í mál við hesi ætlan.

Okkara loysn

Okkara skipan, Bókin, verður bygd við einum máli í huga - at gera bókhaldið so lætt sum gjørligt fyri einstaklingar og smáar fyritøkur. Tey allarflestu, sum byrja sítt egna virki, gera tað, tí tey vilja brúka sína tíð uppá at eitt yrki, sum teimum dáma. Bókhald er ein neyðug uppgáva, tey helst vilja brúka minst tíð uppá.

Við okkara skipan sleppur tú undan at seta teg inn í fløkjasligar skipanir, sum føra til feilir og tíðarspill. Vit bjóða eitt streymlinja markamót, sum er brúkaravinaligt og intutivt.

Bókin krevur lítlan ella ongan kunnleika um bókhald - skipanin ger tað púra greitt, hvat tú skalt gera. Tað tekur bara nakrar fáar minuttir, og tú ert klár-/ur at senda tína fyrstu rokning ella at skráseta eina útreiðslu.

Skipanin er so løtt at brúka, at tær nýtist ikki at skapa eitt yvirlit yvir tína fíggjarstøðu í Excel eisini. Vit dagføra tað fyri teg og vísa tær tína fíggjarstøðu leypandi.

Vit halda eisini skil á, um tú lýkur føroyska lóg, tí Bókin hevur makaleyst sambæri við føroyska lóggávu og Myndugleikar.