Menningarloggur - hvørjir hentleikar eru gjørdir

Published at 27. nov. 2024

Her kanst tú fylgja við í, hvørjar hentleikar og tillagingar vit arbeiða uppá og hvat er gjørt. Nógv av tí, sum verður ment, sæst ikki í markamótinum, men hevur stóran týdning fyri hvussu væl skipanin koyrir og títt upplivilsi av at nýta hana. Dagfestingarnar niðanfyri eru teir dagarnir, vit hava slept einari nýggjari útgávu av skipanini.

Loggur

Í gerð

Størri

  • Tíðarlinja av rokningum Vit arbeiða við at gera eina tíðarlinju fyri hvørja rokning, har tú kanst síggja eitt kronologist yvirlit yvir hvat er gjørt. Eitt nú nær rokningin er stovna og góðkend og nær tú hevur sent rokningina. Tað verður eisini møguligt at síggja um t-posturin er móttikin.

Nýtt: 02. desembur

Størri

  • Tað er nú møguligt at rætta í vørum.

27. novembur

Størri

  • Tað er nú møguligt at rætta í kundum og veitarum.
  • Yvirlitsíðan á fartelefon vísir nú veruligar tøl frá inntøkum og útreiðslum.

Smærri

  • Lagt fleiri interval afturat har kanst leggja kontur inn í kontuætlanina.
  • Talið av døgum, ið eru eftir í royndartíðini standa nú í vinstru síðu í skipanini.

Rættingar

  • Nógvar rættingar í vegleiðingum.
  • Inntøku markið uppá 100.000 kr. er nú eisini galdandi fyri inntøkur, ið verða skrásettar sum manuellar bókingar.

11. novembur

Størri

  • Vit hava skriva vegleiðingar um hvussu tú bókar og nýtur Bókina. Tær eru at finna frá forsíðuni og frá síðu menuini inni í skipanini. Vit hava skriva um tey evni, ið vit hava fingið mest fyrispurningar um, men ætla at skriva meira, og um tú hevur tørv á vitan um ávíst evnið, so sig frá, so kunnu vit leggja tað afturat.
  • Nú er gjørligt at leggja nýggjar kontur afturat kontuætlanini við at fara undir stillingar. Her ber eisini til at gera broytingar í kontum, ið tú sum brúkari hevur lagt inn. Tað ber ikki til at broyta í kontum sum eru innbygdar í bókina, tí at skipanin má vita um hesar kontur, soleiðis at ymsar automatiseringar kunnu rigga. Av tí sama ber heldur ikki til at leggja kontur inn við einhvørjum kontu nummari, men bert í ávísum nummar intervallum. Tað eru bert nøkur fá interval enn, men tað er ætlanin at leggja fleiri inn í framtíðini. Vit hava tørv á at vita við vissu hvørji interval vit ikki fara at gera nakrar broytingar í, áðrenn vit kunnu lata brúkarar gera kontur í teimum. So sig enduliga frá um tú hevur tørv á at stovna kontu við onkrum nummarri sum ikki er gjørligt at stovna við enn, so vita vit at tað er vigtigt fyri brúkarar at kunna gera.

Smærri

  • Mvg uppgerðin vísur nú um Taks skyldar tær pening. Áðrenn fylgdu vit uppsetingini av síðuni har tað bara vísti 0, um Taks skyldar tær.

Rættingar

  • Vit telja ikki longur mvg við í nýtslumarkinum uppá 100.000 kr.
  • Rætta villu, ið gjørdi at bókingar frá 30 septembur vóru vístar í 4. kvartali í mvg uppgerðini. Hetta var íkomi orsaka av broytingini til vetrartíð, sum gjørdi at tíðspunktið fyri byrjanina av 4. kvatali flutti seg yvirum midnátt, tí at hetta tíðspunkti var ikki skriva rætt uttan tíðarzonu.
  • Mvg uppgerðin vísir nú bara kreditt lingjur fyri sølu mvg og debitt lingjur fyri keyps og íløgu mvg.
  • Nógvar smáðar rættingar í lýsingum av kontum í kontuætlanini.

31. oktobur

Størri

  • Tað er nú møguligt at rætta í virkisupplýsingum og gjaldsháttum undir ‘stillingar’.
  • Vit hava gjørt eina stóra tillaging í kontunum fyri rakstrargøgn og avskrivingar, so tað verður einklari at bóka rakstrargøgn og avskrivingar. Vegleiðingar til at bóka hetta eru komnar væl áleigis og verða lagdar út í framtíðini.

Smærri

  • Gjørt tað møguligt at velja keyps-mvg, íløgu-mvg, og rakstrargøgn kontunar tá mann skrásetur ein útreiðslu.
  • Mvg raporting vísur nú mvg-fría sølu, ið verður talt saman sjálvirkandi við at hyggja um har er mvg á einstøku linjunum á rokningum. Ein nýggj kontu 1103 er laft afturat, so tú kanst skráseta eina sølu sum mvg fría um tú skrásetur ein inntøku manuelt. Hesa kanst tú ikki velja tá tú skrásetur eina sølu sum rokning.
  • Skipanin spyr nú um tú ert vísur í at tú vilt fara frá skermunum til at skráseta rokning, útreiðslu og manuella bóking, tá ið tú hevur broytingar sum tú ikki hevur goymt.
  • Tabellin yvir bókingar á eina kontu, sum var at finna við at trýsta á eina kontu í javnanum, telur nú saldo saman fyri hvørja bóking.
  • Javnin og mvg raport síðurnar minnast nú til hvar tú hevði scrolla til, tá ið tú fert inn á eina undirsíðu og fert kemur aftur.

Rættingar

  • Javnin taldi skeift, tí hann taldi ikki bókingar heilt aftur í tíð við, og tí at kontu 7110 og 7120 ikki tóku bókingarnar frá rakstrinum við. Hetta er nú rættað.
  • Nógvar smáðar rættingar runt umkring í skipanini.
  • Rætta krash, ið hendi tá tú stovnaði fyrsta gjaldsháttin eftir at stovna fyrstu rokningina.
  • Mvg var talt við í úrslitinum á yvirlitssíðuni. Hetta er nú uttan mvg.

2. oktobur

Størri

  • Gjaldsskipanin er virkjað, og nú ber til at tekna Vinnuhald. Hetta var ein stór uppgáva, sum tók nærum 2 mánaðir at menna.
  • 100.000 kr. hámarkið er sett í verk. Hevur tú ókeypis hald og hevur bókað inntøkur á meira enn 100.000 kr., verður tú nú biðin um at tekna tær Vinnuhald fyri at bóka fleiri inntøkur.
  • Íløgu-mvg verður talt við í Mvg uppgerðina.
  • Desimaltøl í ‘nøgd’ teigin í rokningum. Tað nú møguligt at skriva inn desimaltøl, og ikki bert heil tøl, í ’nøgd’ teigin, tá tú gert eina rokning. So tú kanst skriva ein hálvan tíma á eina roking við at skriva 1,5 í ’nøgd’ teigin.

Rættingar

  • Tómstilla loyniorð er virkið aftur.

22. august

Størri

  • Á síðuni “Allar bókingar”: Nú ber til ber at trýsta á hvørja “bókingarlinju” í tabellini fyri at síggja eina serstaka síðu fyri bókingina.
  • Strika “Manuellar bókingar”: Nú er møguligt at strika bókingar, ið eru gjørdar við “Manuel bóking” hentleikanum undir “Allar bókingar”. Trýst á bókingina og tú kemur til eina síðu, har tú kanst strika bókingina.
  • Úrslit grafurin á forsíðuni: Telur nú eisini bókingar við, sum eru gjørdar við hentleikanum “Manuel Bóking” á “Allar bókingar” síðuni. Fyrr vóru bara upphæddir frá rokningum og útreiðslur, skrásettar umvegis útreiðslu formularinum, taldar við í úrslitinum á forsíðuni.
  • Vit hava sløkt fyri “Standard Bóking” heintleikanum, av tí at hesin heintleikin var ov forvirrandi. Kanska vit kunnu rætta hendan hentleikan til og virkja hann aftur í framtíðini.

Minni

  • “Vørulýsing” og “Viðmerking” síggjast eisini í rokning pdf.

Rættingar

  • “Yvirlit” grafurin á forsíðuni: Áðrenn nøkur bóking verður gjørd, er eingin graflinja at síggja í sjálva grafinum.
  • Kontunummar 3830 er flutt til 4245.
  • Av misgávum sóust “Veitarar” á “Vel kunda” síðuni, í samband við tað at gera rokning í fartelefon útgávuni. Hetta er rættað og nú síggjast bert kundar.
  • Vørulýsing var ikki víst í rokning pdf, tá vøra varð vald til rokning á fartelefon. Hetta er nú rættað.

14. august

Størri

  • Kontan ‘Millumrokning við eigara’ er løgd afturat ‘Gjaldsháttur’ undir ‘Skráset útreiðslu’.

6. august

Størri

  • Samanteljing av avslátturi er lagt afturat ’Stovna rokning’ og ‘Rokning pdf’ í fartelefon útgávuni.
  • Listi yvir allar bókingar er lagdur afturat í fartelefon útgávuni.
  • Prísur samanlagt (við og uttan Mvg) er lagdur afturat í ‘Vel vøru’ í stovna rokning.
  • Strikaðar inntøkur/útreiðslur vera ikki taldar við í útrokningum og ikki vístar í frágreiðingum.
  • Bert viðkomandi kontur í kontuætlan verða vístar fyri ávísar virkisformar.
  • Uppseting av frágreiðingum er tillagað.
  • Til ber at goyma ‘standard bókingar’ fyri veitarar.

Minni

  • Allar síður, sum ikki eru liðugt gjørdar og/ella ikki vísa veruligar dátur, eru fjaldar.
  • Avsláttur í prosentformat verður víst rætt í ‘Rokning pdf’.

22. juli

Størri

  • Tað ber til at senda rokningar við fartelefon útgávuni av skipanini.
  • Tað ber til at skráseta gjald av bæði rokning og útreiðslu í fartelefon útgávuni av skipanini.
  • Avsláttur verður nú vístur í rokning pdf fílum.

Smærri

  • Rokningar í kladdu verða ikki taldar við í úrslitið (grafin) á forsíðuni.
  • Avsláttur samanlagt er lagt afturat samanteljingini í rokningum.
  • Fleiri hjálpitekstir í skipanina.
  • Tað ber til at velja gjaldshátt og gjaldsfreist á eini útreiðslu í fartelefon útgávuni av skipanini.

Rættingar

  • Gjaldshættir á rokningum verða nú goymdir sum teir skulu og bert teir valdu gjaldshættirnir vera vístir á eini góðkendari rokning.

16. juli

Størri

  • Áminning um at áseta gjaldsupplýsingar. Er eingin gjaldsháttur ásettur, og ein rokning skal sendast á fyrsta sinni, verður tú mint/ur á at skriva inn upplýsingar um gjaldshátt, bæði á fartelefon og teldu.
  • Tá virkið verður stovnað, er ikki longur neyðugt at skriva V-tal, um ‘Einstaklingavirki’ er valt og ‘Nei’ sett við ‘Er virkið Mvg skrásett?’.

12 juli

Størri

  • Menningarbloggurin er lagdur út fyri fyrstu ferð.
  • Nú er ein frymil til at fylla út upplýsingar uppá ‘privatpersón’, tá tú stovnar ein kunda.

Smærri

  • Skráset útreiðslu síðan minnist nú upplýsingar, sum tú tøppar inn og skjøl, tú viðfestur. Um tú navigerar burtur frá síðuni ella innlesur síðuna inn av nýggjum, verður alt lisið inn aftur.
  • Tá tú dregur fílur fyri at víðfesta skjøl, kans tú nú sleppa fílunum hvar sum helst á síðuni og hon verður viðfest.

Rættingar

  • Útreiðslur verða nú skrivaðar við minus í úrslitsuppgerð og javnanum.
  • Tað er møguligt at leita í øllum kontu teigum.

9 juli

Størri

  • Skjalagoymslan er í ger og er komin væl áleiðis. Skjalagoymslan skal vera eitt hentleiki fyri seg, so tú kanst viðfesta skjøl uttan at bóka tey sum eina útreiðslu beinabegin.

Smærri

  • Yvirlitið á fartelefon útgávuni er ruddað, so tað ikki longur vísur ‘demo’ dátur.

5. Juli

Størri

  • Mvg frágreiðingin vísir nú veruligar dátur og til ber at velja ársfjórðing.
  • Mvg innlatingarfrymilin hjá Taks er endurskaptur, so tað er lætt hjá tær at lata inn Mvg uppgerðina á Vinnuglugganum.

4. Juli

Størri

  • Tað ber til at tómstilla og gera nýtt loyniorð, um tú gloymir tað tú hevur.
  • “Úrslit” grafurin í yvirlitinum vísir nú verulig tøl frá inntøkum og útreiðslum.

Smærri

  • Gulur bannari er settur inn í skipanina, um at gjaldsskipanin ikki er virkin enn.
  • Listin av útreiðslum vísir nú kontonummar.
  • Eini sjónlig feilboð vísa seg nú, um tú ikki hevur valt at “góðtaka privatlívs- og handils- politikkin”, tá brúkari verður stovnaður.

Rættingar

  • “Transaktiónir” og “Manuel transatkión” eru broytt til “Allar bókingar” og “Manuel bóking”.
  • Lýsing av manuellari bóking verður nú víst í tabellinini yvir allar bókingar.
  • Ein tekniskur feilur gjørdi, at tað ikki kundi síggjast á forsíðuni, um tú vart ritaður inn ella ikki.
  • Í síðumenuini er leiknjur fjaldar, sum føra til síður, sum ikki eru liðugt mentar enn.

25. Juni

Størri

  • Nú ber til at senda rokning við t-posti á teldu. Hentleikin verður virkjaður á fartelefon útgávuni eisini.

Smærri

  • Fert tú frá skerminum, meðan tú rættar eina rokning ella útreiðslu, verða broytingar goymdar sjálvvirkandi, soleiðis at tú ikki missur dáturnar.

20. Juni

Størri

  • Vit sletta ikki longur dátur, tá vit leggja nýggja útgávu av skipanini út.
  • Tá ið ein nýggj útgáva av skipanini verður løgd út, sær browsarin, at hetta er hent og lesur síðuna inn av nýggjum, soleiðis at brúkarin altíð er á seinastu útggávuna av skipanini í browsaranum.

Smærri

  • Ymisku knøttarnir eru tillagaðir, so teir síggja líka út á øllum síðunum.