Ein nýggj og brúkaravinalig bókhaldsskipan til føroyingar

Published at 27. mar. 2023

Vit eru í holt við at menna eina brúkaravinaliga bókhaldsskipan, sum er tillagað føroysk viðurskifti og er ætlað til einstaklingavirki og smáar fyritøkur.

Hví eina nýggja bókhaldsskipan?

Trupulleikin við verandi bókhaldsskipanum er, at tær eru óføroyskar og/ella ringar hjá nýbyrjarum at brúka. Stórar og framkomnar skipanir eru torskildar og ringar hjá øðrum enn bókhaldarum at brúka. Tær kunnu tillagast, men tað krevur vitan, sum ein nýbyrjari vanliga ikki hevur. Ein royndur bókhaldari má oftast tillaga bókhaldsskipanina fyri tey.

Aðrar útlendskar skipanir, sum eru lættari og einfaldari at brúka, kunnu ikki tillagast til føroysk viðurskifti og tú fært ikki gagnnýtt tær her.

Úrslitið er, at smá sjálvstøðugt vinnurekandi lata alt sítt bókhald yvir til ein bókhaldara, sum ger upp fyri tey hvørt kvartal og árliga í samband við innlating av ársroknskapinum.

Av tí sama hava tey einki leypandi yvirlit yvir sín rakstur og kunnu illa taka upplýstar og týðandi avgerir um sítt virki stundisliga.

Brúkarar gjalda fyri skipanir, tey ikki tíma at brúka til fulnar, og fáa yvirlit yvir rakstur aðrastaðni t.d. í excel ella á kaffifyltrinum og við roknimaskinuni.

Okkara loysn

Okkara skipan, Bókin, verður bygd við einum máli í huga - at gera bókhaldið so lætt sum gjørligt fyri einstaklingar og smáar fyritøkur. Tey allarflestu, sum byrja sítt egna virki, gera tað, tí tey vilja brúka sína tíð uppá at eitt yrki, sum teimum dáma. Bókhald er ein neyðug uppgáva, tey helst vilja brúka minst tíð uppá.

Við okkara skipan sleppur tú undan at seta teg inn í fløkjasligar skipanir, sum føra til feilir og tíðarspill. Vit bjóða eitt streymlinja markamót, sum er brúkaravinaligt og intutivt.

Bókin krevur lítlan ella ongan kunnleika um bókhald - skipanin ger tað púra greitt, hvat tú skalt gera. Tað tekur bara nakrar fáar minuttir, og tú ert klár-/ur at senda tína fyrstu rokning ella at skráseta eina útreiðslu.

Skipanin er so løtt at brúka, at tær nýtist ikki at skapa eitt yvirlit yvir tína fíggjarstøðu í Excel eisini. Vit dagføra yvirlitið í skipanini fyri teg og vísa tær tína fíggjarstøðu leypandi.

Vit halda eisini skil á, um tú lýkur føroyska lóg, tí Bókin hevur makaleyst sambæri við føroyska lóggávu og myndugleikar.

Nær kanst tú royna skipanina?

Eftir ætlan lancera vit beta-útgávuna av bókhaldsskipanini til ráðstevnuna, Tonik, í mai í ár. Í hesum sambandinum hava vit raðfest nakrar funkur, sum skulu mennast, fyri at vit skulu kunna bjóða eina loysn, sum føroyingar kunnu taka í nýtslu í sínum virki.